Logaritma

Frá testwiki
Jump to navigation Jump to search
Logaritmiskur ásur.

Logaritmufunksjónirnar vórðu í fleiri hundrað ár nýttar at lætta rokniarbeiði, serliga til at býta tøl og at falda. Tað var skotin John Napier sum fann upp logaritmurnar, tá ið hann arbeiddi við rótum. Tær vóru so at siga tátíðar lummaroknarar. Logaritmufunksjónir, sum vit stutt skriva log, eru einsháttaðar og injektivar funksjónir av R+ á R. Logaritmufunksjónirnar eru óendaliga nógvar í tali, og fyri tær allar galda fyri øll x1 og x2 í R+ hesar reglur:


  1. log (x1.x2)=log x1+log x2
  2. log(x1x2)=log x1log x2
  3. log xn=nlog x

Nullpunkt hava allar logaritmur í x=1, t.e. f(1)=0, og í grundtalinum hava logaritmurnar allar funksjónsvirðið 1, t.e. a er grundtal <=>f(a)=1, logaritman við grundtalinum a verður skrivað loga. Funksjónin, sum á lummaroknaranum verður skrivað log, hevur eftir hesum grundtalið 10. Hon verður nevnd 10-tals logaritman og átti av røttum at verið skrivað log10. Hin logaritman á lummaroknaranum, In, hevur tann eginleikan, at viðberin í punktinum (1,0) hevur halltalið 1. Hon verður nevnd náttúrliga logaritman. Grundtalið hjá In verður skrivað e, t.e. In=loge, har sum e=2,718281828459045.... e skrivast ikki sum brot. i og e munnu vera kendastu bókstavarnir í støddfrøðini.