Brot

Frá testwiki
Jump to navigation Jump to search

Brotini eru tøl, sum kunnu skrivast sum lutfall millum eitt heilt tal og eitt teljital. Tí ber til at siga, at brotini eru lutfall millum tvey heil tøl, tó so at nevnarin er ikki null. Brotini verða nevnd rationell tøl. Vit skriva brot við einari brotstriku og við einum tali uppi á brotstrikuni og einum tali undir brotstrikuni. Brotið Fyrimynd:Math nevna vit til dømis tveir triðingar, og tað merkir tveir av trimum pørtum. Brotini eita hálvur Fyrimynd:Math, triðingur Fyrimynd:Math, fjórðingur Fyrimynd:Math, fimtingur Fyrimynd:Math, sættingur Fyrimynd:Math, sjeyndingur ella sjeyndipartur Fyrimynd:Math, áttingur ella áttandipartur Fyrimynd:Math, níggjundipartur Fyrimynd:Math, síðandi eitur alt -partur. Brot kunnu hava sama virði, eitt nú Fyrimynd:Math og Fyrimynd:Math. Talið undir brotstrikuni nevna vit nevnara. Hetta talið sigur okkum, hvussu nógvar eins stórar partar býtt verður í. Talið uppi á brotstrikuni nevna vit teljara. Hetta talið sigur okkum, hvussu nógvar eins stórar partar, talan er um. Strikuna ímillum nevnaran og teljaran nevna vit brotstriku. Hon merkir eisini býtitekn.

Tá ið vit stytta eitt brot, býta vit bæði nevnara og teljara við sama tali. Brotið hevur tó sama virði. T.d.: Fyrimynd:Math = Fyrimynd:Math = Fyrimynd:Math. Vit kunnu halda fram og stytta Fyrimynd:Math = Fyrimynd:Math. Tá ið vit leingja eitt brot, falda vit bæði nevnara og teljara við sama tali. T.d.: Fyrimynd:Math = Fyrimynd:Math = Fyrimynd:Math. Ein máti at skriva tøl, sum ikki eru heil, er at skriva tey sum brot. Ein annar máti er at skriva tey sum desimaltøl. Vit kunnu gera eitt brot til desimaltal við at býta teljaran við nevnaranum. T.d.: Fyrimynd:Math = 3:5 = 0,6. Er teljarin í einum broti minni enn nevnarin, nevna vit brotið ektað brot, t.d. Fyrimynd:Math. Er teljarin í einum broti størri enn nevnarin, nevna vit brotið óektað brot, t.d. Fyrimynd:Math. Eitt blandað tal er sett saman av einum heilum tali og einum broti, t.d. 1 Fyrimynd:Math. Til ber at gera óektað brot til blandað tal: Fyrimynd:Math = Fyrimynd:Math + Fyrimynd:Math = 2 + Fyrimynd:Math = 2 Fyrimynd:Math.