Pi

Pi ella π er grikski bókstavurin p. Pi er eisini ein sonevndur matematiskur konstantur sum tú brúkar í ymsum sambondum í støddfrøðini. Lutfallið ímillum tvørmát og ummál er tað sama í øllum sirklum. Hetta lutfall nevna vit π. Onkuntíð verður π sett javnt við Fyrimynd:Math ella 3,14. Tað er ikki endaliga talið, tað ber til at seta óendaliga nógv tøl aftanfyri kommaið. Í ártúsund hava fólk grundað yvir talið pi - fyrsti bókstavur í orðinum periphereia (umfar). Bábylonar kendu eitt rættiliga neyvt virði: Fyrimynd:Math og egyptar eitt annað: Fyrimynd:Math. Tann framúrskarandi grikski støddfrøðingurin, Arkimedes, roknaði π ógvuliga neyvt, tá ið hann nýtti ein innskrivaðan 96-hyrning. Arkimedes fekk π at liggja ímillum Fyrimynd:Math og Fyrimynd:Math. Síðani eru útrokningarnar vorðnar neyvari og neyvari. Í 1420num roknaði arábin, Ulugh Beg (1394-1449), π við 16 desimálum, í 1853 bretin, William Shanks (1812-1882) við 707 desimálum. Og ídag kunnu teldur rokna π við meiri enn 1 millión desimálum.