Munurin millum rættingarnar hjá "Primtal"

Frá testwiki
Jump to navigation Jump to search
imported>InternetArchiveBot
Rescuing 1 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5
 
(Ongin munur)

Seinasta endurskoðan sum var 9. okt 2023 kl. 10:48

Talskipanir í støddfrøði.
Grundleggjandi

𝔻

Teljitøl {0,1,2,3..}
Primtøl { 2,3,5,7,11,.. }
Heiltøl {..-1,0,1,..}
𝔻 Desimaltøl ( 1,5; 0,454; ...)
Rationell tøl {mn:m,n,n0}
Irrationell tøl
Reel tøl (,,2,π)
Imaginer tøl
  Kompleks tøl (,i),
Algebraisk tøl
Transsendent tøl

Talsløg og serstøk tøl

Nominel
Raðtøl stødd, positión {n}
Kardinaltøl {0,1,2,}
p-adiskt tøl
Heiltalsrøðir
Støddfrøðiligir konstantar
Stór tøl
Endaleys

Frumtøl, eisini nevnd primtøl á føroyskum, eru teljitøl, sum eru størri enn 1, og sum bara 1 og talið sjálvt ganga upp í.

Røðin av frumtølum byrjar soleiðis: 2,3,5,7,11,13,17,19,23,29,31,37,41,43,47,53,59,61,67,...[1]

Á júst sama hátt sum tað ikki finst eitt tal, sum er størri enn øll onnur, so finst eiheldur nakað frumtal, ið er størst.[1]

Gomlu grikkarnir

Gomlu grikkarnir kendu væl til frumtøl. Fyri einum 2300 árum síðani skrivaði Euklid eitt støddfrøðiligt verk í 13 pørtum, ið vanliga verður nevnd Euklids Elementir. Euklid, ið livdi uml. ár 300 f.Kr., var ein grikskur støddfrøðingur, men virkaði við tað stóra bókasavnið í Aleksandria í Egyptalandi — tískil verður hann ofta róptur Euklid úr Aleksandria. Verkið Euklids Elementir er helst tann lærubókin, ið hevur havt størstu ávirkan og bestu eydnuna nakrantíð, og hevur hon lagt lunnar undir alla nútíðar støddfrøði. Hetta verk hevur fleiri týdningarmikil úrslit um frumtøl.[1]

Viðtøka

Fyrimynd:Quotation

Setningar

Fyrimynd:Quotation Fyrimynd:Quotation

Fyrimynd:Quotation

Frumtalstvíburar

Frumtalstvíburar eru frumtalpør, sum eru skipað á tann hátt, at millum tað fyrra frumtalið p1 og tað seinna frumtalið p2 er ikki meira enn eitt tal, t.v.s p2p1=2.

Røðin av frumtalstvíburum byrjar soleiðis: (3,5),(5,7),(11,13),(17,19),(29,31),(41,43),(59,61),...

Slóðir úteftir

Keldutilfar

Fyrimynd:Reflist

  1. 1.0 1.1 1.2 Keldufeilur: Invalid <ref> tag; no text was provided for refs named snar